Seld

Sethús, Norðskálavegur 47, Norðskáli

Talan er um eini hugnalig, dagførd og vælhildin hús, ið standa væl fyri í hugnaligum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við góðum útsýni suður ígjøgnum sundi.

Í ovastu hæddini eru trappgongd/gongd, klædnarúm og 4 kømur.

Í miðhæddini eru gongd/trappuuppgongd, baðirúm,  køkur og stova.

Í niðastu hæddini er kjallararúm

Rundan um húsini er garður / urtaðgarður.

Norðskála  liggur væl fyri mitt í Føroyum og er í Sunda Kommunu, sum kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar. Eisini eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. MagnussenOgnarseljari
234 400danjal@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.