Nýggj
ogn

Sethús, Skúlavegur 10, Skopun

Talan er um eini eldri og hugnalig sethús, staðsett miðskeiðis í skopunarbygd tætt við skúla og matvøruhandil.

Húsini eru í tveimum hæddum, og eisini er ein ráður kjallari/fýrrúm. Í miðhæddini er durur/trappugongd, køkur, stova, kamar og baðirúm. Ovasta hæddin er partvíst innrættað, ein nýggjari partur og ein eldri partur. Í nýggjara partinum av ovastu hæddini eru trý kømur, gongd og baðirúm. Í eldra partinum er gongd og tvey kømur, har ein møguligur keypari hevur høvið at seta sín egna dám á.

Runt ognina er stoypt tún og urtagarður.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Frank Holm
Petur Frank HolmSølu- og metingarfólk
Petur Frank er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Petur Frank ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur lokið prógv sum finansøkonom. Petur Frank leggur stóran dent á at veita øllum kundum eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 23 44 01peturfrank@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.